USA vil ikki harta Sharon

ES og Noreg hava hvassliga funnist at ísraelska forsætisráðharranum, tí hann hevur sagt, at hann átti at havt givið ísraelska herinum boð um at beina fyri Yasser Arafat fyri 20 árum síðani

Men ameikanska stjórnin vil ikki harta ísraelska forsætisráðharran fyri orð hansara.
Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Richard Boucher, sigur, at orðini eru so mong í stríðnum millum ísraelsmenn og palestinar, og hann segði seg ikki hava nakrar serligar viðmerkingar til tað, sum Sharon hevði sagt.
Í samrøðu, sum ísraelska blaðið Maariv hevur havt við Sharon, sigur forsætisráðharrin, at hann iðrar seg um, at hann ikki gav herinum boð um at beina fyri Arafat, tá herurin kringsetti PLO-leiðsluna í Beirut á heysti í 1982.
Spania, sum hevur formansskapin í ES, hevur hvassliga fordømt orð Sharons, og norski uttanríkisráðharrin, Jan Petersen, segði í gjár, at orðini eru ógvuliga ósømilig, at norska stjórnin fordømir slíkt orðalag. Hann leði afturat, at orð sum hesi fara ikki at geva Ísrael fleiri vinir.
Palestinskir talsmenn siga, at orðini eru bert enn eitt prógv um, hvør og hvussu ísraelski stjórnarleiðarin veruliga er.