USA vil ikki endurskoða Thule-sáttmálan

Danskir politikarar rógva nú uppundir, at grønlendingar kanska kunnu fáa ein betri handilssáttmála við USA ístaðin fyri.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, lat á einum tíðindafundi ongan iva vera um, at amerikanska stjórnin er ikki sinnað at endurskoða ella at broyta sáttmálan um herstøðina í Thule.
Á tíðindafundinum, sum var aftan á fundin millum Powell, Per Stig Møller, uttanríkisráðharra og Josef Motzfeldt, landsstýrismann, segði Powell, at stjórnin í Washington heldur onga orsøk vera til at samráðast um sáttmálan av nýggjum ella at broyta hann.
Sáttmálin, sum USA og Danmark gjørdu í 1951, krevur, at bæði londini skulu vera samd um tað, skal hann broytast, og her tykist amerikanska støðan at vera greið.
Hetta hevur fingið danskar politikarar at tosa um, at Grønland ístaðin fyri nýggjan sáttmála kann fáa betri handilssamstarv við USA, eins og onnur viðurskifti eiga at verða umrødd, sum kunnu geva grønlendingum fleiri fyrimunir.
Josef Motzfeldt segði aftan á fundin við Colin Powell, at grønlendingar halda enn fast uppá, at partarnir skulu viðgera sáttmálan av nýggjum.