Tað er í stuttum niðurstøðan í einum nýggjum skjali um amerikanska politikkin í rúmdini. Skjalið, sum ber heitið "National Space Policy", varð lagt út á heimasíðurnar hjá myndugleikunum fyri nøkrum døgum síðani, uttan at nakar bleiv kunnaður um tað. Tí hevur eingin givið sær far um innihaldið, fyrr enn blaðið The Washington Post viðgjørdi tað í gjár.
Munur á skjølum
Sambært blaðnum heldur Bush-umsitingin uppá, at skjalið er bara ein dagførd útgáva av tí rúmdarskjalinum, sum Bill Clinton kunngjørdi í 1996, og at ætlanin er ikki at gera rúmdina til eitt hernaðarøki. Men The Washington Post vísir á, at munur er á teimum báðum skjølunum.
Í fyrsta lagi leggur tað nýggja skjalið nógv størri dent á trygdarpolitisk viðurskifti í rúmdini. Fýra av teimum seks pørtunum snúgva seg um trygd. Í skjalinum hjá Clinton-stjórnini vóru tveir av fimm pørtum um trygdarviðurskifti.
Í øðrum lagi legði skjalið hjá Clinton-stjórnini dent á, at USA eigur at fylgja altjóða sáttmálum um rúmdina, tá tað snýr seg um trygdarspurningar. Tað nýggja skjalið sigur beint tvørturímóti, at USA fer at seta seg upp ímóti øllum tiltøkum, sum kunnu avmarka landsins møguleikar at brúka rúmdina.
Í triðja lagi segði tað fyrra skjalið, at USA skuldi halda altjóða sáttmálar, sjálvt um tað kundi koma upp á tal at forða fíggindaliga sinnaðum kreftum at brúka rúmdina. Í tí nýggja stendur, at USA metir rúmdina hava stóran týdning fryri landsins áhugamál og er til reiðar at forða fíggindaliga sinnaðum kreftum at brúka rúmdina ímóti landsins áhugamálum.
Nýtt mál
-Innihaldið í tí nýggja "National Space Policy" vísir, at USA er til reiðar at ganga egnar leiðir í rúmdini og serliga á tí hernaðarliga økinum, skrivar Therese Hitchers á heimasíðuni hjá tí óhefta stovninum Center for Defence Information, har hon er stjóri.
Hon heldur, at tað ágangandi orðalagið í tí nýggja skjalinum gloppar dyrnar fyri at brúka rúmdarvápn til at beina fyri fylgisveinum, ið kunnu metast at hava fíggindaliga sinnað áhugamál. Bush-stjórnin avsannar fyri The Washington Post, at hon hevur ætlanir um at menna nýggj rúmdarvápn, men minni enn so øll hava álit á hesum, skrivar blaðið.
-Politikkurin hjá Bill Clinton gloppaði dyrnar fyri rúmdarvápnum, men stjórnin gjørdi ongantíð nakað við tað. Politikkurin hjá Bush fer longri enn so, sigur trygdarserfrøðingurin Michael Krepon á stovninum Henry L. Stimson Center við The Washington Post.
Kina er við
Fyri trimum vikum síðani skrivaði tíðarritið Defence News, at kinesarar hava ment eitt nýtt laservápn, sum kann gera amerikonskar njósnarafylgisveinar nyttuleysar við at gera teir blindar, sum tikið varð til. Sambært tíðarritinum hava kinesararnir longu brúkt hetta vápnið fleiri ferðir, tá amerikanskir njósnarafylgisveinar hava verið uppi yvir kinesiskum øki.
Amerikanarar hava umhugsað at fáa sær tilsvarandi vápn, og eygleiðarar siga við The Washington Post, at tað er einki at ivast í, at USA er í ferð við at menna vápn, sum kunnu brúkast úti í rúmdini.
USA brúkar rúmdartøkni í sínari krígsførslu í dag og er langt framman fyri øll onnur lond á tí økinum. Tað er helst eisini orsøkin til, at amerikanska stjórnin hevur sett seg upp ímóti ætlanum hjá ST at orða ein nýggjan sáttmála um, hvussu rúmdin kann brúkast til hernaðarlig endamál, skrivar The Washinton Post.