USA vil hava arktiskan sendiharra

Amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken fer í næstum at útnevna ein persón, sum skal standa fyri arktisku áhugamálunum hjá USA.

Antony Blinken, uttanríkisráðharri hjá USA undir Biden-stjórnini.

Nú ætlar USA at útnevna eitt arktiskt sendifólk, sum skal arbeiða fyri amerikanskum áhugamálum í Arktis. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

 

Tað verður Antony Blinken, uttanríkisráðharri, sum skal útnevna nýggja arktiska sendiharran- ella kvinnuna.

 

USA hevur í skrivandi stund onga arktiska sendistovu. Men av tí at stórveldini Russland og Kina bæði leggja meira fyri í Arktis, vil USA nú styrkja diplomatiið í økinum.

 

Nýggja sendifólkið skal samstarva við aðrar arktiskar tjóðir, innfødd og áhugapartar.

 

Arktis hevur seinastu fáu árini verið eitt heitt evni og stórt fokusøki fyri heimsins stórveldi, av tí at ísurin smeltar, sum eitt nú letur upp fyri nýggjum sjóðfarleiðum. Áhugamálini hjá stórveldunum eru fleiri og ymisk, og hetta ger millum annað, at økið í dag er alsamt meira spent við øktum hernaðarligum aktiviteti.

 

USA vil sambært amerikanska uttanríkismálaráðnum arbeiða fyri, at arktiska økið verður friðarligt, stabilt, fíggjarliga væl fyri og samvirkandi. Hetta verður millum uppgávurnar hjá nýggja amerikanska sendifólkinum at loysa.

 

Antony Blinken, uttanríkisráðharri hjá USA undir Biden-stjórnini.