Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson, hevur biðið um eykafund í tí sokallaða G20-bólkinum, sum umfatar øll tey størstu ídnaðarlondini í heiminum. Fundarevnið verður kreppan á altjóða fíggjarmarknaðinum, og tí eru tað fíggjarmyndugleikiarnir og tjóðbankaleiðslurnar í teimum einstøku londunum, sum hava fingið fundarboð.
Henry Paulson segði á tíðindafundi í nátt, at eftir hansara tykki er tað neyðugt við samskipaðum tiltøkum fyri at tryggja altjóða fíggjarmarknaðin. Hann legði dent á, at tað er neyðugt at fara varisliga fram, so eingin kemur at gera øðrum ónáðir.
-Myndugleikar í fleiri londum hava og fara at taka stig til at verja síni fíggjarkervi, at tryggja peningin hjá borgarunum, men tað er eisini neyðugt at útvega gjaldføri, segði amerikanski fíggjarmálaráðharrin.
Hann segði, at hann fer bat tosa við brasilsku stjórnina, sum í løtuni hevur formansskapin í G20-bólkinum.