Amerikanska hervaldið viðgongur, at flogvápnið fylgdi ikki galdandi reglum í einum loftálopi í Afghanistan Herleiðslan sigur, at tað gjørdi sær ikki nóg stóran ómak við at kanna, um sivilfólk vóru í økinum, sum flogvápnið bumbaði. Úrslitið var, at fleiri sivilfólk lótu lív.
Amerikanska herleiðslan sigur, at umleið 26 sivilfólk doyðu í bumbuálopinum, sum var har vesturi í Afghanistan fyri einum góðum mánaði síðani.
Eygleiðarar siga, at frágreiðingin hjá amerikonsku herleiðsluni økir spenningin ímillum Kabul og Washington. Teir afghonsku myndugleikarnir hava sagt, at amerikanska loftálopið kostaði 140 sivilfólkum lívið.