USA ávarar um yvirgang

Amerikanska stjórnin mælir nú sínum ríkisborgarum frá at fara til Saudiarabia, og amerikanarar, sum eru har, eiga at fara haðani.

Stjórin sigur, at hon hevur fingið álítandi upplýsingar um, at yvirgangsmenn ætla at søkja at amerikonskum og vesturlendskum áhugamálum. Eitt nú sigur stjórnin seg hava fingið ábendingar um, at ætlanir eru um atsóknir at íbúðarbýlingum í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh.

Uttanríkisráðið í Washington heldur, at amerikanarar, sum arbeiða í Saudiarabia, og sum royna at gerast partur av tí saudiarabiska samfelagnum, eru í serliga stórum vanda. Víst verður á, at verkfrøðingurin Paul Marshall Johnson búði ímillum saudiarabar, til hann bleiv burturfluttur og avrættaður í síðstu viku.