Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um tað vísir seg, at maðurin, sum ætlaði at spreingja eina bilbumbu í New York, hevði samband við felagar í Pakistan.
Ávaringin hjá Hillary Clinton hevur samband við, at tann tikni bumbumaðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann hevði fingið venjing í yvirgangi í venjingarlegu í pakistanska landspartinum Waziristan.
Í einari samrøðu í sjónvarpssendingini ?Sixty Minutes? rósti uttanríkisráðharrin Pakistan fyri at samstarva við USA ímóti yvirgangi.
-Tað er vorðið betur tey bæði seinastu árini, men vit vænta meiri, segði Hillary Clinton.