USA ávarar Norðurkorea

Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at tað fær avleiðingar fyri Norðurkorea, at landið søkti eitt suðurkoreanskt herskip fyrr í ár. Kanningar, sum suðurkoreanskir serfrøðingar hava gjørt saman við serfrøðingum úr USA, Bretlandi og Svøríki, vísa, at tað var ein norðurkoreanskur kavbátur, sum søkti suðurkoreanska herskipið Cheonan við einari torpedo tann 26. mars. 46 mans doyðu.

Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Washington, Philip Crowley, sigur, at tað er eingin ivi um, at norðurkoreanska atgerðin fær avleiðingar.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, sigur, at USA fylgir gongdini og hevur støðugtt samband við suðurkoreonsku stjórnina.

Norðurkorea avsannaði í dag, at tað hevði nakað við tilburðin í mars at gera.