USA ávarar móti Huawei

Heitir á onnur lond um at halda seg burtur frá føroyska samstarvsfelagnum

Kinesiska tønknifyritøkan Huawei er seinastu árini voksin til at blíva ein av heimsins størstu veitarum innan internet og telefonir og er fyritøkan eisini kend í Føroyum, her hon samstarvar við Føroya Tele og Hey um at veita 5G til føroyingar.


Men tað eru ikki øll, ið eru eins glað fyri vøksturin. Millum annað hevur man í USA leingi stúrt fyri, at útgerð hjá felagnum kann brúkast til at njósnast fyri kommunistisku stjórnina í Kina.


Tað hevur millum annað ført við sær, at amerikanskir myndugleikar hava bannað almennum stovnum og herinum at brúka kinesiska merkið við ávísing til trygdina hjá tjóðini í huga. Samstundis hevur amerikanska stjórnin lagt trýst á privatar fyritøkur at steðga samstarvinum við kinesisku fyritøkuna og sølu av teirra fartelefonum og øðrum.


Og sambært amerikanska blaðnum the Wall Street Journal, arbeiðir amerikanska stjórnin nú aktivt fyri at steðga útbreiðsluni av tøknini hjá Huawei. Stjórnin hevur nevniliga vent sær til politiskar leiðarar og telefyritøkur í øðrum londum fyri at ávara um samstarv við kinesisku fyritøkuna. Orsøkin er, at man stúrir fyri at felagið kann njósna fyri kinesisku stjórnina.


Í staðin verður mælt til at velja aðrar veitarar enn Huawei í samband við útbyggingina av netinum. Sambært blaðnum umhugsar amerikanska stjórnin eisini at bjóða fíggjarliga hjálp til at menna netið í teimum londum, ið vraka Huawei.


Huawei hevur fleiri ferðir afturvíst ákærunum um, at felagið njósnar fyri kinesiska statin.