USA ávaraði India um yvirgangsatsóknina

Amerikonsku myndugleikarnir ávaraðu indisku myndugleikarnar um, at yvirgangsmenn fóru at koma við báti til Mumbai

Amerikanskir fregnartænastuagentar kunnaðu sínar indisku starvsbrøður um, at yvirgangsmenn vóru í ferð við at fyrireika eina yvirgangsatsókn at málum í Mumbai. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan AP.

Jennifer Loven, ið er tíðindakvinna hjá AP í Washington, sigur seg hava fingið tíðindini frá einum týðandi embætismanni í Bush-umsitingini. Hon heftir seg við, at hon fekk tíðindini dagin fyri, at Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, vitjar í India í dag.

Embætismaðurin í Bush-umsitingini vil ikki siga, nær teir indisku myndugleikarnir vórðu ávaraðir um eina komandi atsókn, men hann skal tó hava sagt, at tað, sum hendi ím Mumbai í síðstu viku, samsvaraði væl við tað, sum indiska fregnartænastan hevði fingið ábendingar um úr USA.

Sambært AP fekk indiska fregnartænastan at vita, at talan var um eina umfatandi atsókn av Mumbai, og at yvirgangsmenninir fóru at koma til býin við báti ella skipi. Aftan á atsóknina fann indiska løgreglan fleiri bátar, sum yvirgangsmenninir høvdu brúkt.

Í India fer Condoleezza Rice væntandi at royna at sissa undisku myndugleikarnar og at ávara teir ímóti at taka nøkur stig mótvegis Pakistan, hóast indisku myndugleikarnir siga seg hava prógv fyri, at yvirgangsmenninir komu haðani. Hon fer væntandi eisini at krevja, at pakistonsku myndugleikarnir gera meiri fyri at steðga tílíkum yvirgangsmonnum..