USA vann á Spania

Ein rættilig sensatión hendi í Confederations Cup kappingini í Suðurafrika í kvøld, tá USA vann 2-0 á Spania í semifinaluni Spania hevur vunnið alt, teir eru komu framat seinastu mánaðirnar. Tí taldust teir millum avgjørdu ? og fáu ? favorittanrar at vinna Confederations Cup kappingina í Suðurafrika, sum fer fram í hesum døgum.

Tað var beinanvegin greitt, at Spania ikki fór at koma sovandi til ein sigur, tá USA trýsti frá fyrsta bríksli. Og teir komu næstan á odda, við einari góðari roynd frá Charlie Davies.

Stutt seinni mundi Torres tó lagt Spania á odda frá einum Fabregas innleggi, men fluktaði við síðuna av.

USA kom á odda í 27. minutti, tá Jozy Altidore fekk eina avlevering frá Clint Dempsey, rundaði liðfelagan úr Villareal, Joan Capdevila, og sendi bóltin í málið aftan fyri Igor Castillas.

Eftir hetta hevði málverjin hjá USA, Tim Howard úr Everton, nakrar góðar bjargingar, og kanska hevði Xavi eitt brotsspark uppiborið, men nakrar opnar møguleikar megnaði Spania ikki at skapa.

Clint Dempsey avgjørdi so dystin í 74. minutti tá hann gjørdi sær dælt av, at Sergio Ramos ikki var nóg avgjørdur í einum mótálopi.

Stutt áðrenn leiklok fekk Michal Bradley reytt kort fyri eitt fríspark móti Xavi, men USA megnaði at halda tørn, og er fyri fyrstu ferð sensationelt í finaluni í Confederations Cup.

Um teir møta Brasilia ella Suðurafrika har, verður avgjørt í annaðkvøld.