USA umhugsar álop á mál í Jemen

Embætismenn hjá amerikonsku stjórnini siga, at landið umhugsar at søkja at yvirgangsmálum í Jemen. Maðurin, sum ætlaði at spreingja eitt amerikanskt flogfar í síðstu viku, hevur frá, at hann fekk sína venjing hjá al-Qaeda í Jemen, og nú umhugsar USA at søkja at støðum hjá al-Qaeda har.

Jemensku myndugleikarnir hava váttað, at tann 23 ára gamli nigeriski bumbumaðurin var í Jemen til jálvan desember.

Sambært amerikonsku embætismonnunum arbeiða amerikanskir og jemenskir myndugleikar nú við at staðfesta støðir hjá yvirgangsmonnunum.