USA tømir síðstu goymsluna av kemiskum vápnum

Seinastu meira enn 30 árini hevur USA arbeitt miðvíst við at oyða landsins goymslur av kemiskum vápnum.

Joe Biden forseti stiur, at síðstu goymslurnar av kemiskum vápnum hjá amerikanska herinum eru oyddar. - Foto: Jonathan Ernst/Reuters

2023 verður árið, tá tað eydnaðist.

 

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, seinnapartin í gjár í einum boðum frá Hvítu Húsunum.

 

USA hevur í fleiri áratíggju havt goymslur av vápnum, sum hava havt sinnopsgass og nervagass í sær, sum kunnu gera álvarsaman skaða á húð, lunug og eygu.

 

Eftir boðini frá amerikanska forsetanum staðfestir felagsskapurin ímóti kemiskum vápum, (OPCW), at allar tær kendu heimsins goymslur av kemiskum vápnum eru oyddar.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

Joe Biden forseti stiur, at síðstu goymslurnar av kemiskum vápnum hjá amerikanska herinum eru oyddar. - Foto: Jonathan Ernst/Reuters