USA til reiðar at leypa á Iran

Amerikanski verjuovastin, Michael Mullen, váttar nú, at USA hevur ætlanir um at leypa á Iran, um landið ikki gevst við at ríka uran. Michael Mullen, admiralur, segði í samrøðu við sjónvarpið NBC í dag, at USA hevur lagt ætlanir um at leypa á Iran fyri at forða landinum at gera kjarnorkuvápn.

Hann viðgekk samstundis, at hann stúrir fyri avleiðingunum av einum tílíkum álopi og møguligum mótálopum.

-Vit vita ikki, hvat kann henda í hesum ótrygga partinum av heiminum, segði hann, men legði dent á, at altjóða samfelagið kann ikki góðtaka, at Iran fer at gera kjarnorkuvápn.