USA skyldar meiri enn nakrantíð

Amerikanska stjórnin hevur longu brúkt heimildina frá Kongressini at økja ta almennu lánsskuldina. Fyrradagin var USA á lánsmarknaðinum og lænti 238 milliardir dollarar, soleiðis at landið nú hevur lán upp á tilsamans 14.580 milliardir dollarar. Tað merkir, at tann almenna skuldin er eitt vet størri enn landsins bruttotjóðarframleiðsla, sum var 14.530 milliardir dollarar í 2010.

USA er tískil í bólki saman við sera skuldarbundnum londum so sum Italia og Belgia, og hetta er fyrstu ferð síðani 1947, at tann almenna skuldin er líka stór sum bruttotjóðarframleiðslan, skrivar AFP. Fara vit hinvegin 30 ár aftur í tíðina, var munandi betri skil á búskapinum, tí í 1981 var tann almenna skuldin ein triðingur av bruttotjóðarframleiðsluni.

Tær stóru kreditmetingarfyritøkurnar hava ávarað amerikonsku politikararnar um, at minkar tann almenna skuldin ikki aftur skjótt, fellur kreditvirðið hjá USA. Eitt nú hevur metingarfyritøkan Moody's sagt, at minkar tann almenna skuldin ikki til 73 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni í seinasta lagi í 2015, minkar kreditvirðið hjá USA.