USA skyldar 14.000 milliardir dollarar

Tøl hjá fíggjarmálaráðnum í Washington vísa, at fyri fyrstu ferð er tann almenna amerikanska skuldin farin upp um 14.000 milliardir dollarar ella 82.226 milliardir krónur. Tá Barack Obama fók við forsetaembætinum í januar í 2009, var tann almenna skuldin 10.500 milliardir dollarar. Fyri sjey mánaðum síðani fór hon upp um 13.000 milliardir dollarar.

Eftir uppskoti frá forsetanum samtykti Kongressin í februar í fjør, at tann almenna skuldin kann ikki fara upp um 14.294 milliardir dollarar, og sostatt nærkast skuldin nú hámarkinum.

Hækkar Kongressin ikki markið, sleppa myndugleikarnir ikki at læna meiri pengar, skrivar Reuters. Tað fer millum annað at raka nýskipanina á heilsuøkinum.