USA skyldar 13 billiónir dollarar

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skyldar tann amerikanski ríkiskassin meiri enn 13 billiónir dollarar. Tað sæst í teirri seinastu uppgerðini, sum vísir, at tann 1. juni skyldaði ríkiskassin 13.050.826.460.886 dollarar og 97 cent.

Ein meginorsøk til ta stóru skuldina er, at tað almenna hevur brúkt óvanliga nógvar pengar til fíggjarkreppuna fyri at royna at steðga teirri búskaparligu afturgongdini.

Rann stóra skuldin er eitt av høvuðsevnunum í tí politiska kjakinum í USA.

Hvørki demokratarnir ella republikanararnir vilja átaka sær skyldina av tí stóra vøkstrinum í teirri almennu skuldini, men geva hvør øðrum skyldina.

Hagstovan í Washington sigur, at skuldin hjá ríkiskassanum er tvífaldað tey seinastu tíggju árini og svarar nú til 90 prosent av teirri amerikonsku bruttotjóðarframleiðsluni.