Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at linna tiltøkini ímóti amerikonskum íløgum í Burma, og sambært Hillary Clinton, uttanríkisráðharra fer USA skjótt at senda ein sendiharra til Burma. Hon veit eisini at siga, at tann almenni hjálparfelagsskapurin USAID fer at fáa sær skrivstovu har.
Amerikanska stjórnin er sostatt í ferð við at broyta sín Burma-politikk aftan á valið, sum var sunnudagin, og sum andstøðuflokkurin hjá Aung San Suu Kyi vann. Sjálv varð Aung San Suu Kyi vald á ting, og altjóða samfelagið vónar nú, at hetta kann vera byrjanin til endan á tí hernaðarliga einaræðinum í Burma, skrivar Reuters.