USA skal hava rakettir í Bretlandi

Rakettirnar verða partur av ameri-kanska rakettverju-skjøldrinum, men Damark hevur ikki fingið fyrispurning um loyvi at seta rakettir upp í Grønlandi

Í Bretlandi vil blaðið The Independent vera við, at bretska stjórnin hevur givið USA loyvi at seta rakettir upp á bretskari jørð sum lið í tí ætlaða rakettverjuskjøldrinum hjá Bush-stjórnini.
Sambært blaðnum hevur Tony Blair, forsætisráðharri, boðað amerikonsku stjórnini frá, at Bretland góðtekur, at rakettirnar verða settar upp Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at málið var fyri á einum fundi ímillum bretskar og amerikanskar diplomatar í mai, og at partarnir samdust um, at tær amerikonsku rakettirnar skulu setast upp á flogstøðini Fyllingdale í Yorkshire. Amerikanararnir hava fyrr fingið loyvi at seta eina nútímans radarastøð upp har.
Amerikanska verjan er longu farin undir at seta 16 rakettir upp í Kalifornia og Alaska. Sagt verður, at tað verður neyðugt við 24 rakettum afturat til verjuskjøldurin, og at tær flestu teirra helst skulu setast upp í Evropa.
Danskir og grønlendskuir myndugleikar hava játtað USA at nútímansgera radarastøðina í Thule, men sambært Politiken hevur Danmrk ikki fingið nakran fyrispurning úr Washington um loyvi at seta rakettir upp í Grønlandi.