USA: Sjónvarpsstøð boykottar Naser Khader

Amerikansk sjónvarpsstøð noktar at vísa ein nýggjan film við Naser Khader í høvuðsleiklutinum orsakað av hansara hvøssu atfinningum móti víðgongdum muslimum

Umstríddi dokumentarfilmurin ?Islam vs. Islamism?, ið tekur støði í Muhammedkreppuni, lýsir heimsumfatandi stríðið millum hóvligar og víðgongdar muslimar.

Filmurin var frumframførdur fyrr í vikuni, men nú noktar størsta almenna sjónvarpsstøðin í USA, PBS, at vísa filmin, veit Berlingske Tidende at siga.

Sambært sjónvarpsstøðini er filmurin óvanliga eintáttaður, samstundis sum hann ger muslimar til ?illar andar?.

Ætlanin var annars, at filmurin skuldi vísast á fleiri enn 300 lokalum PBS rásum kring landið hendan mánaðin.

Naser Khader hevur ilt við at skilja mótmælið móti filminum

?Øll áttu at stuðla eini verkætlan, sum roynir at forða fyri, at ein minniluti fær einarætt uppá sannleikan um islam. Tað var tað, sum var í ferð við at henda í Danmark, til Muhammedkreppan lukkutíð gav øðrum muslimum eina rødd,? sigur Naser Khader.

Filmurin bleiv vístur í gjárkvøldið fyri limum í amerikansku kongressini. Hóvligir amerikanskir muslimar rósa filminum og finnast at PBS fyri at royna at teppa eitt týðandi kjak. Hóvligu muslimarnir vísa samstundis stóran áhuga fyri, hvussu Naser Khader hevur skipað demokratiskar muslimar í Danmark.