USA setti hitamet í fjør

2012 er tað heitasta árið, sum nakrantíð er skrásett í USA. Meðalhitin var 12,9 stig, og tað var 1,8 stig oman fyri meðalhitan síðani 1895, tá hitamátingarnar byrjaðu. Tað sigur National Oceanic and Atmospeheric Administration (NOAA) í einari frágreiðing.

Mátingarnar umfata 48 av teimum 50 statunum, tí Alaska og Hawaii eru ikki við í teimum.

Tað næstheitasta árið í USA var 1998, tá meðalhitin var 12,4 stig.

Granskarin Jack Crouch, sum starvast hjá NOAA, sigur við tíðindastovuna AFP, at tað nýggja hitametið er bara ein ávaring um, hvar amerikanararnar hava fyri framman.

-Tað verður heitari og heitari tey næstu árini, sigur hann, og sjálvur sigur hann seg vera ovfarnan av, at meðalhitin veksur so skjótt.