USA setir nýggj met í korona-smittu

Á fleiri amerikonskum sjúkrahúsum er nú plásstrot á intensivum deildum, og vandi er fyri, at fleiri sjúklingar fara at doyggja.

 

 

Smittutølini halda fram at veksa í USA, og sambært universitetinum í Washington eru útlit til, at smittutølini fara at seta met í januar næsta ár. Í gjár - fríggjadagin - gjørdist USA eitt av londunum, sum hava sett nýggj met í korona-smittu í oktober. 

Í gjár vórðu nevniliga skrásettir fleiri enn 83.000 tilburðir við covid-19 í USA, og hetta er størsta tal yvir eitt samdøgur, síðan farsóttin fór at gera um seg í landinum. Hetta er samstundis 12.000 tilburðir fleiri enn samdøgnið fyri.

Gamla metið í smittu yvir eitt samdøgur í USA var hin 16. juli, tá 77.000 nýggir tilburðir vórðu skrásettir í eitt samdøgur.

Amerikanski skurðlæknin, Jerome Adams, ávaraði herfyri um, at fleiri amerikonsk sjúkrahús nú hava plásstrot á intensivum deildum, og hann segði seg eisini stúra fyri, at USA aftur fer at fáa ein vøkstur í deyðsføllum orsakað av herviligu farsóttini.

CNN veit at siga, at í løtuni eru 41.485 fólk innløgd á amerikonskum sjúkrahúsum við covid-19, og hetta er eisini størsta tal av innleggingum síðan í endanum av august.