Hóast støðan á Koreanesinum er spent, fer USA ikki at senda fleiri hermenn til Suðurkorea Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, vísir aftur gitingum um, at USA fer at senda fleiri hermenn til Suðurkorea, nú støðan millum tey bæði koreonsku londini er so spent.
Sambært Robert Gates er tað einki, sum bendir á, at Norðurkorea hevur flutt hermenn ímóti markinum millum londini bæði.
-Eg havi ikki hoyrt um nakað óvanligt í so máta, segði verjumálaráðharrin í gjárkvøldið, tá hann var á veg til Singapore.










