USA revsar Norðurkorea

Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at steðga neyðhjálpini til Norðurkorea, tí stýrið í Pyongyang sýtir fyri at sleppa ætlanini at royna eina langtberandi rakett í næsta mánað.

-Framferðin hjá norðurkoreonsku leiðarunum vísir, at landið hevur hvørki hug ella vilja til at sínar altjóða skyldur, og tí kenna vit okkum noydd til at ógilda okkara ætlan at lata Norðurkorea mat, sigur Peter Lavoy, sum er talsmaður hjá amerikanska verjumálaráðnum.

Norðurkorea kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at landið fer at royna eina langtberandi rakett millum tann 12. og tann 14. apríl. Talan er um eina rakett, sum kann lyfta ein fylgisvein út í ringrás um jørðina, varð sagt.