Amerikanski herurin hevur framt fleiri »verjuálop« í Irak og Sýria móti hernaðarliga bólkinum Kataib Hizbollah.
Tað upplýsir verjarn í einum boðum í kvøld.
Amerikanska verjumálaráðið boðar frá, at tað hevur rakt trý mál í Irak og tvey í Sýria, sum hoyra til Kataib Hizbollah.
USA boðaði fríggjadagin frá, at tey kanna um bólkurin hevur nakað at gera við eitt loftálop, sum fríggjadagin drap ein amerikanskan mann í Irak.
– Sum eitt svar upp á áhaldandi álop frá Kataib Hizbollah á støðum í Irak, sum hýsa deildum frá samgonguni, hava amerikanskar deilldir framt nágreinilig verjuálop, sigur ein talsmaður í verjumálaráðnum, Jonathan Hoffman.
Sambært tíðindastovuni Reuters hava amerikansku álopini rakt vápnagoymslur og eftirlitsstøðir, sum hoyra til hernaðarligu rørsluna.
/ritzau/