USA úr Irak

Tað verður ikki friður í Irak, fyrr enn teir amerikonsku hermenninir eru farnir haðani. Tað sigur andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Ali Khaminei. Á fundi við irakska forsetan, Jalal al-Talabani, segði Khaminei seg stúra fyri ófriðinum í Irak, sum hann segði vera eina hóttan ímóti grannalondunum. Irakski forsetin vildi hava iranska stýrið at leggja trýst á shiamuslimarnar í Irak fyri at fáa teir at binda frið, og tað lovaði Khaminei at gera. Men hann tók uppaftur, at tað verður eingin friður, fyrr enn USA hevur tikið sínar hermenn heimaftur.