USA ætlar sær ikki at sita hendur í favn, nú fleiri lond gera vart við, at tey kanna sær ræðisrættin yvir økinum kring Norðpólin. Tí hava amerikonsku myndugleikarnir sent eitt lið av granskarum norður til póløkið at kanna, um havbotnurin undir pólinum er beinleiðis framhald av landgrunninum við Alaska. Umframt USA hava Kanada, Noreg, Danmark og ikki minst Russland verið virkin í póløkinum í seinastuni.










