USA og Vietnam stríðast um flóttafólk

Amerikansku myndugleikarnir eru sinnaðir at geva umleið 1.000 vietnamesarum friðskjól, men Vietnam sigur nei.

Teir umleið 1.000 vietnamesararnir eru í Kambodja, eftir at tað eydnaðist teimum at flýggja hagar úr Vietnam. Amerikanska uttanríkisráðið hevur boðað frá, at vietnamesararnir eru væl komnir til USA, men fólkini sleppa ikki avstað, fyrr enn teir kambodisku myndugleikarnir geva teimum loyvi at fara.
Amerikanski sendiharrin í Pnom Penh, Kent Wiedemann, sigur, at hann hevur søkt kambodisku myndugleikarnar um útferðarloyvi til vietnamesararnar, men at hann hevur ikki fingið svar enn.
Tey umleið 1.000 flóttafólkini eru á einum fjarskotnum staði, men myndugleikarnir ætla at flyta tey til Phnom Penh, tí teir bera ótta fyri, at vietnamesisku myndugleikarnir fara at noyða tey at venda heimaftur.
Flóttafólkini eru úr einum fjallalendi í Vietnam, og tey valdu at flýggja, tá vietnamesiska stjórnin sendi herin niðan í fjøllini, eftir at fólkið har hevði kravt størri trúarfrælsi og rætt til jørð. Stjórnin í Vietnam hevur boðað kambodisku myndugleikunum frá, at hon vil hava flóttafólkini send heimaftur.