USA og Ukraina hava skrivað undir avtalu um at stovna ein endurbyggingargrunn.
Tað stendur í fráboðan frá amerikanska fíggjarmálaráðnum seint mikukvøldið okkara tíð.
Avtalan, sum fráboðanin kallar eitt "búskaparligt samstarv", ger, at londini bæði "kunnu samstarva og gera íløgur saman fyri at tryggja, at okkara felags ognir, talentir og førleikar kunnu skunda undir búskaparligan bata í Ukraina", sigur amerikanska fíggjarmálaráðið.
Avtalan er undirskrivað eftir fleiri mánaðir við samráðingum, og fráboðanir hava verið um ein kuril, sum samráðst var um til síðstu løtu, skrivar tíðindastovan Reuters.
"Takkað verið ótroyttiligum átøkum hjá Trump forseta at tryggja ein varandi frið, eri eg fegin um at kunngera undirskriftina av dagsins søguliga avtalu um búskaparligt samstarv millum USA og Ukraina, sum stovnar USA-Ukraina Endurbyggingargrunnin," sigur amerikanski fíggjarmálaráðharrin Scott Bessent.
Sambært fíggjarmálaráðharranum leggur avtalan "týðiliga" dent á fyri Russlandi, at Trump-stjórnin ætlar eina friðartilgongd, sum byggir á eitt "frælst, sjálvstøðugt og vælferðarríkt Ukraina".
Seinnapartin í gjár boðaði forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Shmyhal, frá, at Ukraina og USA kunnu skriva undir eina mineralavtalu innan 24 tímar, um endaligu smálutirnir verða klárir.
Tað stendur tó ikki beinleiðis í fráboðanini frá Fíggjarmálaráðnum, um mineralavtalan verður partur av fíggingini av endurbyggingargrunninum.
- Saman við USA fara vit at stovna ein grunn, sum skal draga alheims íløgur til okkara land, skrivar fyrsti varaforsætisráðfrúan í Ukraina, Yulia Svyrydenko, á X.
/Ritzau/