USA og Suðurkorea venja aftur

Hóast Norðurkorea hevur ávarað USA og Suðurkorea ímóti at hava hernaðarvenjingar í felag, halda londini fram við venjingunum. Hesaferð er talan um eina venjing uppi á landi við umleið 30.000 amerikonskum og 56.000 suðurkoreonskum hermonnum.

Herfyri høvdu amerikonsk og suðurkoreonsk herskip og flogfør eina felags venjing , og tá hótti Norðurkorea við at leypa á grannan fyri sunnan við kjarnorkuvápnum.

Støðan á Koreanesinum hevur verið spent síðani í vár, tá eitt suðurkoreanskt herskip sakk. Suðurkoreanar halda uppá, at tað vóru norðurkoreanar, sum søktu skipið, og tað sama bendi frágreiðingin hjá einari altjóða nevnd á.

46 suðurkoreanskir herflotamenn doyðu, tá skipið sakk.