Tað skal takast sum ein ávaring, tá USA og Suðurkorea í dag byrjaðu hernaðarvenjing í sjóøkinum nærhendis Norðurkoreanska markinum, skrivar New York Times. Venjingin er ein ávaring eftir at Norðurkorea í farnu viku sendi út við 200 rakettir eftir suðurkoreansku oynni Yeonpyeong, eitt álop, sum kravdi fýra mannalív.
Samstundis sum hernaðarvenjingarnar eru farnar í gongd hevur Kina økt um diplomatiska virksemið í einari roynd av minka um spenningin í økinum. Ein høgtstandandi kinesiskur diplomatur hevur í morgun havt fund við norðurkoreanska forsetan, og Bejing boðar frá, at teir hava boðið høgtstandandi norðurkoreanskum embætismonnum til samráðingar seinni í vikuni.
Norðurkoreanskar bumbur hoyrdust á Yeonpyeong sunnumorgunin, men einki er frætt um at nakarn skaði er hendur.
Fráboðanin í síðstu viku um hernaðarvenjingina skapti øktan spenning í økinum, og leyp øði í bæði Norðurkorea og Kina, og dúgliga var gitt í suðurkoreanskum miðlum, umNorðurkorea fór at svara aftur við hernaðarmegi.
Norðurkoreanskar keldur siga, at teir ávaraðu Suðurkorea um ikki at hava skotvenjingar á Yeonpyeong, og at tað vóru hesar skotvenjingar, ið vóru orsøkin til álopið týsdagin.
Norðurkorea sigur, at teir gjørdu alt, ið stóð í teirra makt at steðga samanbrestinum týsdagin, og púra óvæntað eitur tað í eini norðurkoreanskari fráboðan, at civilu deyðsfallini vóru »sera harmilig«, skrivar The New York Times.