USA og Norðurkorea sett lið um lið

Amerikanska stjórnin hevur sýtt fyri at tosa við norðurkoreanar um ta norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina, men nú sita teir lið um lið og samráðast.

Hóast orðalagið hevur verið hvast millum Pyongyang og Washington seinastu mánaðarnar, brosaðu bæði amerikanarar og norðurkoreanar, tá myndamenninir sluppu at taka myndir av teimum gjáramorgunin.

Tað er Kina, sum hevur fingið partarnar til samráðingarborðið at tosa um ta umstríddu norðurkoreansku kjarnorkuverkætlanina, og tað var neyvan av tilvild, at kinesisku vertirnir høvdu sett amerikonsku umboðini undir liðina á teimum norðurkoreansku við borðið.

Aðrastaðni við borðið sita umboð fyri stjórnirnar í Kina, Japan, Russlandi og Suðurkorea.

-Kinesararnir hava lagt tað soleiðis til rættis, at vit sita undir liðini á norðurkoreanarunum, so vit sleppa ikki undan at tosa beinleiðis við teir, segði ein av teimum amerikonsku embætismonnunum á fundinum í gjár, sum vardi tríggjar tímar.

Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar. Amerikanska stjórnin sigur seg vóna, at Norðurkorea fer at játta at steðga sínum kjarnorkuvápnaætlanum. Norðurkorea hevur svarað, at landið vil hava búskaparhjálp úr USA afturfyri, men Washington krevur, at Norðurkorea skal binda seg til at sleppa kjarnoprkuvápnaætlanini fyrst.