USA og Føroyar fylgjast í veðurlagsspurninginum

Landsstýriskvinnan í innlendismálum fegnast um amerikonsku samtyktina um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við 17 prosentum

Orkunevndin í amerikanska umboðsmannahúsinum samtykti í nátt, at amerikanska útlátið av vakstrarhúsgassum skal skerjast við 17 prosentum í mun til útlátið í 2005.

Eins og USA eru Føroyar ikki bundnar av bindingunum í Kyoto-protokollini, og tí er amerikanska útspælið serliga áhugavert fyri Føroyar.

Amerikanska uppskotið verður neyvan endaliga samtykt fyrr enn í august ella september, og tá væntar landsstýriskvinnan í innlendismálum, at løgtingið eisini fer at viðgera eitt uppskot til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum. Landsstýrið fer nevniliga týsdagin 2. juni at viðgera innkomnu tilmælini frá landsstýrisfólkunum, og landsstýris¬kvinnan roknar við, at landsstýrið beint eftir hetta kemur við einum útspæli til allar flokkar á tingi.

Landsstýriskvinnan í innlendismálum metir, at amerikanska útspælið fær stóran týdning fyri komandi samráðingarfundin um Keypmannahavnaravtaluna, sum verður í Bonn í døgunum 1.-12. juni.