USA og ES skylda føroyingum nakað

Nú skulu vit í Føroyum leggja okkara egna puslispæl, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður

Nú skulu vit brúka ósemjuna ímillum USA og Kina um Huawei til okkara egna fyrimun.  Tað heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður í grein í Sosialinum hetta vikuskiftið.

Hann vísir á, at Føroyar eru vorðnar ein týdningarmikil brikkur í tí stórpolitiska puslispælinum – og tað skulu vit brúka til egnan fyrimun.

– Vit eiga at knýta okkum tættari at vesturheiminum, og vit eiga at brúka stórpolitisk amboð til at  tryggja okkum betri atgongd til vesturlendsku marknaðirnar sigur hann.

Edmund Joensen heldur, at tann stóri áhugin hjá stórveldinum fyri Føroyum, gevur okkum ein fyrimun í samráðingunum.

– USA vil ikki, at vit skulu knýta okkum til Kina við nýggja 5G-netinum hjá Huawei. Hinvegin er Kina ein stórur marknaður hjá okkum, og vraka vit Huawei, eru handilsviðurskiftini við Kina í vanda.

– Men vil USA avmarka okkara marknaðaratgongd til Kina við at vraka Huawei, mugu vit afturfyri sleppa inn á amerikanska marknaðin, sigur fólkatingsmaðurin.

Hann staðfestir samstundis, at vit útflyta eisini fyri meira enn tvær milliardir krónur til Ruslands um árið. Russland er eitt land, sum Danmark, sum Limur í ES, er í handilsstríði við.

Men trupulleikin hjá okkum er, at núverandi handilsavtala ímillum Føroyar og ES avmarkar føroyska útflutningin til ES-marknaðin.

Tí mugu vit ístaðin troyta aðrar marknaðir, eisini tann russiska og kinesiska marknaðin, sigur Edmund Joensen.

– Tí eiga vit at taka samráðingar upp við ES og USA á hægstu rók. USA og ES skylda okkum at lata teirra marknaðir upp fyri okkum – uttan forðingar, sigur hann.

Hetta sigur, at hetta skylda USA og ES okkum fyri at vit, av álvara, kunnu føla okkum sum ein part av vesturheiminum  – og fyri at hjálpa okkum við at gerast minni bundin av marknaðunum í Ruslandi og Kina.

– USA og ES mugu fáast at skilja, at avmarkaðu handilsavtalurnar vit hava við hesar marknaðir, eru orsøkin til, at vit mugu troyta marknaðirnar í Kina og Ruslandi, sigur fólkatingsmaðurin í  Sosialinum.

– Við størri marknaðaratgongd til vesturheimin, ES og USA, verða vit minni bundin av marknaðinum eystanfyri.

– At geva okkum betri handilsligt samband við vesturheimin er tí ein fyrimunur fyri bæði Føroyar og teir stóru marknaðirnar í vesturheiminum, ES og USA.

 – Vit fáa størri marknaðaratgongd, samstundus sum at ES og USA sleppa undan verjupolitiska óttanum í Arktis og Norðuratlantshavi, sum hevur verið sjónligur seinastu mánaðirnar.

– Við verju- og trygdarpolitisku støðuni í huga, og Føroyum at gagni, eiga vit tí at brúka íkomnu støðuna sum brikkur í stórpolitiska spælinum til at tryggja okkum fríari marknaðaratgongd til ES og USA, sigur Edmund Joensen.