USA og ES finnast at Khodorkovskij-málinum

Fyrrverandi russiski oljuríkmaðurin Mikhail Khodorkovskij varð í gjár dømdur seks ára fongsul afturat teimum átta árunum, sum hann fekk í 2003. Tað merkir, at hann verður sitandi í fongslinum til 2017.

Verjin hjá Khodorkovskij, Jurij Sjmidt, segði aftan á úrskurðin í gjár, at stjórnin hevði lagt trýst á rættin fyri at fáa Khodorkovskij dømdan sambært ákæruritinum.

Avgerðin hjá rættinum í Moskva vakti eisini ans vestanfyri. Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Mark Toner, segði, at rættarmálið ber sjónliga boð um valdsmisnýtslu.

Evropatingið er heldur ikki serliga fegið um málið. Formaðurin, Jersij Busck, segði seg vera sera vónsviknan. Í hansara eygum vísti úrslitið, at russiska dómsvaldið og landsins virðing fyri mannarættindunum stóðu ikki royndina.

Eisini týska stjórnin er misnøgd við gongdina í rættarmálinum ímóti Khodorkovskij. Sambært týsku stjórnini var málið eitt bakkast fyri royndirnar at nútímansgera Russland.