USA og Bretland samarbeiddu við Gaddafi

Skjøl, sum eru komin undan kavi í libyska høvuðsstaðnum Tripoli, vísa, at fregnartænasturnar í Bretlandi og USA hava arbeitt saman við stýrinum hjá Muammar Gaddafi.

Bretska blaðið The Independent endurgevur í dag skjøl, sum eru funnin á skrivstovuni hjá fyrrverandi libyska uttanríkisráðharranum Moussa Koussa, sum eisini var ovasti fyri libysku fregnartænastuni. Í skjølunum sæst millum annað, at Bretland hevur latið libysku myndugleikunum upplýsingar um libyskar borgarar, sum vóru ímóti stýrinum hjá Gaddafi, men sum livdu í útlegd.

Í USA skrivar blaðið Wall Street Journal um skjøl, sum eru funnin í Tripoli, og sum vísa, at USA bað Libya taka ímóti einum fanga, sum hevði tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Skjølini vísa eftir øllum at døma eisini, at CIA flutti yvirgangsfangar til Libya og kunnaði libysku myndugleikarnar um, hvat teir skuldu spyrja fangarnar um.

Moussa Koussa flýddi til Bretlands í mars í ár, og hóast hann er undir illgruna fyri brot á mannarættindini, slapp hann úr Bretlandi til Qatar ein mánað seinni.