Houthi'ararnir, sum verða stuðlaðir úr Iran, siga, at teir fara at halda fram við at leypa á skipaferðsluna í Reyða Havinum, so leingi sum Ísrael ikki tekur seg úr Gazageiranum.

USA og Bretland hava aftur bumbað mál í Jemen

Amerikanskar keldur siga, at 36 mál í Jemen eru rakt í álopunum í dag.

Houthi'ararnir, sum verða stuðlaðir úr Iran, siga, at teir fara at halda fram við at leypa á skipaferðsluna í Reyða Havinum, so leingi sum Ísrael ikki tekur seg úr Gazageiranum.

Aftur í dag hava USA og Bretland lopið á houthi-mál í Jemen, og eitt nú varð høvuðsstaðurin í landinum, Sana, raktur í álopunum.

 

Amerikanskar keldur siga, at 36 mál í Jemen eru rakt í dag.

 

Endamálið við álopunum í Jemen er at fáa houthi-uppreistrarbólkin at gevast við álopunum á skipaferðsluna í Reyða Havinum.

 

Houthi-uppreistrarbólkurin hevur søkt at fleiri skipum í Reyða Havinum, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, og Ísrael seinni gjørdi innrás í Gazageiran.

 

Sagt verður um álopini á Jemen í dag, at USA og Bretland skutu rakettir bæði úr flogførum og herskipum, sum eru um hesar leiðir.

 

36 mál á tíggju á ymiskum støðum eru sambært USA rakt í álopunum í dag. Hetta er triðju ferð, at USA og Bretland eru saman um álop á Houthi-uppreistrarbólkin í Jemen.

 

Houthi'ararnir, sum verða stuðlaðir úr Iran, siga, at teir fara at leypa á skipaferðsluna í Reyða Havinum, so leingi sum Ísrael ikki tekur seg úr Gazageiranum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Houthi'ararnir, sum verða stuðlaðir úr Iran, siga, at teir fara at halda fram við at leypa á skipaferðsluna í Reyða Havinum, so leingi sum Ísrael ikki tekur seg úr Gazageiranum.

Jemen er næst størsta landið á arabisku hálvoynni, og landið liggur í syðra horni á oynni.