USA vil hava Hosni Mubarak at verða sitandi í forsetaembætinum í Egyptalandi, so hann fær høvi til at standa fyri og stýra broytingunum, sum skulu gerast. Tað segði serligi sendimaðurin hjá Barack Obama, forseta, Frank Wisner, í dag.
-Tað er neyðugt at fáa tjóðskaparliga semju um treytirnar fyri tí, sum skal henda. Forsetin má verða sitandi, so hann kann stýra beoytingunum, segði Wisner sambært NTB. Hann legði afturat, at vandi er fyri nýggjum ófriði og harðskapi í Egyptalandi, men at tað tykist ganga tann rætta vegin.
-Framstig eru møgulig, men tað er langt á mál, og nógv kann henda. Men eg haldi, at kósin er røtt, segði Frank Wisner á trygdarráðstevnuni í München í dag.
Útlendskir eygleiðarar í Egyptalandim siga, at orðini hjá amerikanska sendimanninum fáa neyvan góða móttøku millum tey mótmælandi í Kairo og aðrastaðni í landinum.









