Fýra amerikanskir hermenn doyðu í einari bumbuspreinging í Irak í dag, og harvið hevur USA mist 4.000 hermenn har síðani innarásina Tað var ein vegjaðarabumba, sum kostaði fýra amerikonskum hermonnum lívið í dag, og tølini hjá herleiðsluni vísa eisini, at vegjaðarabumburnar eru tað vápnið, sum hava kostað USA flest mannalív í Irak.
Dick Cheney, varaforseti, sum er á rundferð í Miðeystri, segði í dag, at tað fer uttan iva at ávirka ta almennu hugsanina í USA, at talið á falnum hermonnum er komið upp á 4.000.
Í septembur í 2004 kunngjørdi amerikanska herleiðslan, at USA hevði mist 1.000 hermenn í Irak. Hálvtannað ár eftir innrásina var talið 2.000, og í desembur í 2006 kom tað upp á 3.000.