USA mist 10 hermenn afturat í Irak

Tað seinasta samdøgrið eru 10 amerikanskir hermenn deyðir í Irak. Seks teirra blivu lumpaðir í eina fellu Teir seks hermennninir doyðu, tá eini hús, sum teir vóru í, fóru í luftina, og sambært amerikonsku herleiðsluni var talan um eina fellu. Hendingin var í Diyala-landspartinum norðan fyri Bagdad.

Nakrar fáar tímar frammanundan hevði herleiðslan boðað frá, at fýra hermenn vóru falnir har norðuri í Irak. Sostatt hevur USA mist 10 hermenn í Irak tað seinasta samdøgrið.

Amerikanskir og irakskir hermenn hava framt fleiri álop á støðir hjá al-Qaeda teir seinastu dagarnar, og minst 20 hernaðarligir muslimar hava latið lív. Amerikanska herleiðslan sigur, at hesi átøkini halda fram.