USA loyvir boring á djúpum vatni

Í USA hevur stjórnin ógildað forboðið ímóti oljuboring á djúpum vatni, men sambært innanríkisráðnum í Washington merkir tað ikki, at oljufeløgini sleppa at seta borin í havbotnin beinanvegin. Tvørturímóti skulu feløgini fyrst veita myndugleikunum vissu fyri, at tey eru fyrireikað til at steðga einum møguligum leka, áðrenn tey fáa loyvi at bora.

Ken Salazar, innanríkisráðið, sigur, at olju- og gassídnaðurin fær strangari reglur at virka undir í framtíðini, samstundis sum myndugleikarnir fara at hava neyvari eftirlit við teimum og virksemi teirra.

Politikarar í statunum við Meksikoflógva hava lagt trýst á stjórnina fyri at fáa hana at loyva oljufeløgunum at bora á djúpum vatni. At forboðið verður sett úr gildi nú kann hava samband við amerikanska miðvalið, sum verður í næsta mánað.