USA lovar at rinda milliardaskuld til ST innan fáar vikur

USA skyldar næstan fimm milliardir dollarar til ST, sum sambært aðalskrivaranum er á gáttini til fíggjarligt samanbrot

Amerikanski sendiharrin í ST, Mike Waltz, sigur við tíðindastovuna Reuters, at USA heilt skjótt fer at rinda sína skuld til ST. (Savnsmynd). - Mynd: Jeenah Moon/Reuters

USA fer at rinda fyrsta gjaldið av teimum fimm milliardum dollarunum, sum tað skyldar ST um nakrar fáar vikur.

 

Tað segði amerikanski sendiharrin í heimsfelagsskapinum, Mike Waltz, í telefonsamrøðu.

 

– Tit síggja heilt sikkurt fyrsta partin av pengunum heilt skjótt.

 

– Tað verður eitt veruligt útgjald av okkara árskvotu. Eg haldi ikki, at endaliga upphæddin er ásett, men hon verður um nakrar vikur, sigur hann.

 

Fráboðanin um útgjaldið kemur tvær vikur eftir, at ST-aðalskrivarin, António Guterres, rópti varskó um fíggjarligu støðuna hjá ST og ávaraði um, at felagsskapurin var í vanda fyri fíggjarligum samanbroti.

 

Orsøkin var ógoldin gjøld, har meginparturin - umleið 95 prosent - sambært ST-embætisfólkum er úr USA.

 

USA skyldar 2,19 milliardir dollarar til ST-fíggjarlógina, fleiri enn 2,4 milliardir dollarar til núverandi og fyrrverandi friðarvarðveitingarsendingar og 43,6 milliónir dollarar til juridiskar ST-stovnar.

 

Sambært ónevndum ST-embætisfólkum hevur USA ikki goldið inn á vanligu ST-fíggjarætlanina fyri 2025 og skyldar 827 milliónir dollarar fyri hana. Landið skyldar eisini 767 milliónir dollarar fyri 2026.

 

Waltz svaraði ikki í samrøðuni, um peningurin fór til kvoturnar í fjør ella kvoturnar fyri 2026.

 

Undir Donald Trump forseta hevur USA noktað at rinda skyldugar útgjaldingar til vanligu og friðarvarðveitingarjáttanina hjá ST og hevur skert sjálvbodnu fíggingina til ST-stovnar.

 

Men USA hevur ofta verið afturúr í ST-gjaldingum í áratíggju.

 

Tað er eisini farið at taka seg úr ST-felagsskapum sum Heimsheilsustovninum, WHO.

 

Týsdagin skrivaði Trump undir eitt lógaruppskot, sum setti 3,1 milliardir dollarar av til amerikanskan stuðul til ST og aðrar altjóða felagsskapir.

 

Ritzau/Reuters

 

Amerikanski sendiharrin í ST, Mike Waltz, sigur við tíðindastovuna Reuters, at USA heilt skjótt fer at rinda sína skuld til ST. (Savnsmynd). - Mynd: Jeenah Moon/Reuters