Nú er ikki loyvi at geva burtur leikur saman við ósunnun mati
San Fransisco hevur samtykt, at tað bert skal verða loyvi at selja leikur, saman við sunnum mati. Hetta merkir aftur, at tað er liðugt við tí klassiska og væl umtókta Happy Meal-rættinum hjá MacDonald?s.
- Okkara børn eru sjúk. Talið av børnum við ovurvekt í San Fransisco er alt ov høgt, serliga millum tey litaðu, sigur ráðgevin Eric Mar.
Fyri at fáa loyvi at geva burtur leikur saman við eini máltíð, skal henda innihalda færri enn 600 kaloriur, grønmeti ella frukt, eins og ein ikki fær loyvi at drekka stórar nøgdir av sukri ella feitti.
- Hetta er ein hørð áminning til ídnaðin fyri skundverðum, soleiðis at tey byrja at hugsa meiri um heilsuna hjá børnunum, sigur Eric Mar.
Sum vera man, eru tey hjá MacDonald?s sera vónbrotin av samtyktini.
- Tað er bara stuttligt hjá børnunum at fáa leikur, tá tey keypa mat. Vit eru seru sera vónbrotin, sigur talskvinna teirra, Danya Proud.