USA fer at lata risastuðul til Ukraina

Hetta er nógv tann størsti hjálparpakki higartil í krígnum, og amerikanskur senatslimur heldur, at hjálpin kann gera, at Ukraina vinnur kríggið móti Russlandi.

 

Ein stórur meiriluti í amerikanska senatinum tekur undir við, at USA skal lata Ukraina næstan 40 miljardir dollarar í hjálp til Ukraina.

 

- Avtalan bíðar eftir undirskriftini hjá forsetanum, Joe Biden. Hetta er nógv tann størsti hjálparpakkin, sum higartil er játtaður Ukraina í krígnum, veit Reuters at siga.

 

Senatslmurin, Chuck Schumer, sigur, at hetta er ein stórur pakki, sum fer at nøkta tørvin hjá ukrainska fólkinum, sum stríðist fyri at yvirliva.

 

Hann heldur, at hesin hjálparpakki kann geva sítt íkast til eina heilt aðra gongd í krígnum.

 

- Við at lata henda hjálparpakka, kann senatið nú siga við ukrainska fólkið: Hjálp er á veg. Verulig hjálp. Munandi hjálp - hjálp, sum kann tryggja, at Ukraina vinnur, segði Chuck Schumer sambært Reuters.

 

USA hevur, siðan russisku innrásina, veitt Ukraina fleiri hjálparpakkar, men eingin hevur verið í námindi av hesum, sum senatið nú hevur samtykt.