USA lærir av íslendingum

– Tá talan er um varandi og reina orku, kunnu amerikanarar læra nógv av íslendingum, sigur amerikanski orkuserfrøðingur, Jefferson Tester, sum júst hevur verið í Íslandi og hildið fyrilestur.

Hann sigur, at amerikanarar serliga kunnu læra nógv av íslendingum, tá tað snýr seg um jarðhita, sum er eitt slag av orku, hann heldur USA fara at fáa nógv meira brúk fyri í komandi árum – bæði til streym og hita.

– Íslendsku royndirnar kunnu roynast okkum hollar, hóast stórur munur er á, tá ein fimtingur av íslendsku orkuni kemur frá jarðhita, meðan henda orka bara er ein lítil brøkpartur av orkuni, vit brúka í USA, sigur Tester við íslendska ríkisútvarpið, RÚV.

Hann heldur, at amerikanarar eiga at seta sær sum mál, at í minsta lagi 10 prosent av íslendsku orkuni skal koma úr jørðini, hóast greitt er, at tað fer at taka langa tíð at koma so langt.