USA: Løgmálaráðharrin takkar fyri seg

Eftir áheitan frá forsetanum

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur í kvøld boðað frá, at Jeff Sessions, amerikanski løgmálaráðharrin, er loystur úr starvi. Tað skrivar BBC.


Í brævi til forsetan skrivar 71 ára gamli Jeff Sessions, at hann leggur frá sær aftaná at forsetin hevur heitt á hann at gera so.


Jeff Sessions er ein av elstu stuðlunum hjá Donald Trump í republikanska flokkunum og var fyrsti republikanski senatorurin, ið alment stuðlaði Donald Trump í forsetavalstríðnum.


Senatorurin bleiv løntur fyri sín stuðul við at gerast løgmálaráðharri í stjórnini hjá ríkmanninum úr New York, men viðurskiftini teirra millum fekk eitt álvarsamt skot fyri bógvin, tá Jeff Sessions í fjør bar seg undan at standa fyri kanningunum um russisku ávirkanina á amerikanska forsetavalið. Í staðin bleiv tað varamaður hansara, Rod Rosenstein, ið stóð á odda fyri kanningunum. Donald Trump hevur fleiri ferðir funnist at hesi avgerð.


Donald Trump upplýsir á Twitter, at tað verður Matthew Whitaker, starvsfólkaleiðari í Løgmálaráðnum, ið fyribils tekur við starvinum sum løgmálaráðharri.