USA : Kunnu samráðast við Taliban

Taliban í Afghansitan er undir so stórum hernaðarligum trýsti nú, at innan eitt ár fer tað bera til at fáa samráðingar í lag við rørsluna. Tað sigur Robert Gates, sum nú leggur frá sær sum amerikanskur verjumálaráðharri. Málið við samráðingunum skal vera, at Taliban kann fáa politiska ávirkan í Afghanistan.

-Men treytin er, at leiðslan í Taliban ásannar, at rørslan kann ikki vinna ein hernaðarligan sigur á USA og tess sameindu, og at Taliban kvettir alt samband við al-Qaeda, sigur Robert Gates.

Robert Gates, sum eisini var verjumálaráðharri hjá George W. Bush, forseta, fer nú til Bruxelles á verjumálaráðharrafund hjá NATO. Høvuðsevnini á fundinum eru Afghanistan og Libya.