USA er gingið við til at geva ES upplýsingar um umstríddu eftirlitisætlanina, PRISM, sum hevur givið hernaðarligu amerikansku fregnartænastuni, NSA (myndin), víðar heimildir til at sneyta í bæði tele- og datasamskifti.
Innanríkiskommiserurin hjá ES, Cecilia Malmström, skrivar á Twitter, at ES og USA eru komin á samt um í felag at seta ein serfrøðingabólk, so full greiða fæst á, hvat PRISM í veruleikanum fevnir um.
Cecilia Malmström og løgmálakommiserurin, Viviane Reding, høvdu í hesum sambandi havt ein drúgvan fund í Dublin í gjár við amerikanska løgmálaráðharran, Eric Holder.










