Skjótt verður beinleiðis samband millum Føroyar og New York, tá føroyska flogfelagið Atlantic Airways byrjar nýggja rutu á heysti 2023 - nakað, sum nógvir føroyingar óivað gleða seg til.
Men tað eru ikki bara føroyingar, sum gleða seg til hetta. Sum vit skilja á lagnum, so kann hendan nýggja rutan eisini koma væl við fyri amerikanska flotan, sum longu nú er meira sjónlig í Føroyum við kavbátum.
Tí við beinleiðis flogsambandi millum USA og Føroyar verður lætt hjá amerikanska flotanum at flúgva manning til Føroya og umvent, um og tá kavbátar ella herskip hjá amerikanska flotanum hava tørv á at skifta manning í Føroyum.
- Ja, vit snakkaðu millum annað um, at tað helst fór at blíva størri áhugi at leggja at á føroyskum havnum at skifta manning, tá tað verður beinleiðis flogsamband millum Føroyar og New York. Tað letur jú upp fyri møguleikum og fer sjálvsagt at lætta um hjá amerikanarum, tá teir hava tørv á at skifta manning umborð á teirra kavbátum, váttar Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum hevur tosað við amerikanska sendiharran í Danmark, Alan Leventhal, um hetta, meðan hann hevur vitjað í Føroyum hesa vikuna.
LES EISINI: USA gevur føroyskum politikarum innlit í sín kavbátaflota
Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, kennir eisini til hetta ynskið hjá USA.
- Vit hava ongar ítøkiligar avtalur, men tað kann sjálvandi væl blíva møguligt. USA fegnast jú um at sleppa at brúka Føroyar sum eitt slag av støð her í Norðuratlantshavinum, her teir kunnu skifta manning og fáa ymsar tænastuveitingar, sigur hann.
##med2##
- Teir skulu vera vælkomnir
Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, váttar, at hon kennir til áhugan hjá USA um at flúgva hermenn aftur og fram millum Føroyar og USA.
- Ja, men vit hava ikki nakra avtalu um hetta. Og vit vita ikki, hvussu nógvar manns talan er um. Um tað eru 5 ella 30 í senn ella hvat. Men teir skulu vera vælkomnir at flúgva við okkum, sigur Jóhanna á Bergi.
Jóhanna á Bergi avvísir samstundis, at áhugin hjá USA at brúka Atlantic Airways sum part av manningarskifti hevur nakað samband við intentiónirnar hjá føroyska flogfelagnum at flúgva til USA og loyvinum hertil.
- Vit fóru í holt við at fyrireika ferðamálið til New York langt áðrenn vit kendu til nakað ynski um manningaskifti. Vit hava allatíð sæð hetta sum ein vinnumøguleika, og tað gera vit enn, sigur hon.
Jenis av Rana vísir eisini á, at fyribils skal eingin føst avtala fyriliggja við Atlantic Airways um manningaskifti, men "man veit aldrin, hvat hendir í framtíðini", sigur hann.
Hermenn millum føroysk ferðafólk
Kunnu føroysk ferðafólk so vænta at sita millum amerikanskar hermenn á veg til og úr New York?
- Tað kann eg ikki avvísa, so jú, tað kann man nokk væl, sigur løgmaður, Bárður á Steig Nielsen.
Landsstýrismaður í uttanríkismálum Jenis av Rana heldur ikki, at tað ger nakað.
- Hatta eru ganska vanligir ungir menn, sum hava brúk fyri at sleppa til og frá arbeiði. Tað ger hvørki til ella frá, um teir eru við umborð, sigur hann.
Kann mann vænta, at amerikanskir hermenn nakrantíð vera útstationeraðir fast í Føroyum?
- Tað liggur ikki í kortunum nú, nei, sigur Jenis av Rana.
Hava kannað umstøður
At USA vil gera manningaskifti í Føroyum er ikki nakað nýtt. Í fjør var ein amerikansk sendinevnd á flogvøllinum í Vágum, millum annað fyri at síggja, hvussu umstøðurnar har eru. Men tá var avmarkað, hvussu ítøkiligar ætlanirnar vóru, og tá vistu vit ikki, at Atlantsflog skuldi hava nakran leiklut.
Les meira um tað her: Herskipini skulu kunna skifta manning á flogvøllinum